Góðu tit nevndarlimir, tiltakslimir, limir og onnur áhugaði.

Eg skal hervið kalla inn til okkara fyrsta ársaðalfund.


Fundurin verður leygardagin tann 29. februar kl 16 í ÍSF húsinum.

Skráin er niðanfyri og sambært viðtøkum felagsins.

Eingin innkomin mál eru.


Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:

* Val av fundarstjóra.

* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.

* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.

* Val av grannskoðara.

* Innkomin mál.

* Ymiskt.


Vinarliga

Heini Hátún

Formaður SFF