Crossfit

Crossfit er ein grein, har vant og kappast verður í ymiskum rørslum. Tikið verður úr ymiskum ítróttargreinum so sum vektlyfting (bæði powerlyfting og olympiskari vektlyfting), klassiskum fimleiki, inniróðri og renning. Harafturat vera kettlebell og kroppsvekt venjingar eisini gjørdar. Kappast verður altíð í fleiri ymsum rørslum og í ymsum endurtøkum, summatíð fáar, summatíð nógvar. Rørslustandardir eru innan allar tekniskar rørslur. Altíð eru avbjóðingar innan styrki, fimi og úthaldni/orku, íðkari skal vera væl fyri í øllum. Kappingarnar eru skipaðar soleiðis 1) at gera eina ávisa ”arbeiðsnøgd” so skjótt sum gjørligt (For time) ella 2), at gera so stóra ”arbeiðsnøgd” sum gjørligt innan ávísa tíð (AMRAP – As Many Rounds As Possible). Til tíðir skal íðkarin gera eitt so tungt lyft sum gjørligt í onkrari grein, oftast innan OL lyft (1RM).

Meira kann lesast um crossfit her: https://www.crossfit.com/

Crossfit er funktionell venjing, við stórari variatión og har konditión eisini hevur stóran týdning fyri ítróttaravrikið.