§1. Dopingreglugerðin og World Anti Doping Code

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) er partur av stríðnum ímóti doping at  virka fyri góðari heilsu og rættvísi innan ítróttina, bæði tá tað snýr  seg um úrvals- og kappingarítrótt og um motiónsítrótt. Fyri at kunna  handfara dopingsakarmál, hevur ÍSF gjørt hesa reglugerð. Fyri at loysa  tær uppgávur, sum relugerðin krevur, samstarvar ÍSF við Anti Doping  Danmark (ADD). ÍSF gevur seg undir World Anti Doping Code.

§2. Hvønn geldur reglugerðin

Reglugerðin er galdandi fyri ÍSF, sersambondini, limafeløgini og  allar persónar, ið taka lut í virksemi annaðhvørt sum limir,  akkrediteraðir ella teir eru við sum leiðarar, venjarar og  stuðulspersónar.

Stk. 2. Undantiknir eru teir íðkarar, sum koma undir “Fælles  Nationale Antidopingregler for elite- og konkurrenceudøvere” hjá  Danmarks Idrætsforbund og ADD, so sum olympiskir luttakarar ella  kandidatar til OL. Hvørja reglugerð ein íðkari kemur undir, ger ADD í  fyrsta umfari av í sambandi við at roynd verður tikin. Undir  málsviðgerðini kann ADD venda sær til ÍSF at fáa gjørt av, annaðhvørt  íðkarin kemur undir hesa reglugerð ella Nationale Antidopingregler.  Avgerðin kann hava við sær, at málsviðgerðin fyrisitingarliga verður  flutt til rætta myndugleika/stovn. Hvørt einstakt mál verður viðgjørt  eftir teimum reglum, ið eru galdandi fyri hægsta kappingarstig, íðkarin  kappast á.

Stk. 3. Íðkarar, ið taka lut í altjóða kappingum undir altjóða  sersambandi og /ella felagsskapi, ið skipar fyri tvørítróttaligum  ítróttatiltøkum, hava harumframt skyldu at ganga undir dopingreglur hjá  avvarðandi felagsskapi, íroknað reglur um whereabouts, undantøk í  sambandi við læknaliga viðgerð (TUE), o.s.fr.

§3. Hvat er doping, og hvat er forboðið?

Doping er at skilja sum, at í einari blóð- ella landroynd, ið tikin  er av íðkara, er eitt forboðið evni ella metabolittar ella markørar hjá  nevnda evni. Eitt forboðið evni er at skilja sum evni, ið er forboðið  sambært listanum hjá World Anti Doping Agency (WADA) yvir forboðin evni.

Stk. 2. Tað er bannað íðkara at nýta ella royna at nýta eitt forboðið  evni ella forbodnan hátt. Íðkarin ella annar persónur hevur sjálvur  ábyrgdina at tryggja, at einki forboðið evni kemur inn í hansara/hennara  kropp, og at eingin forboðin háttur verður nýttur. Tí er ikki neyðugt  at prógva tilætlan, skyld, óansni ella tilvitaða nýtslu hjá viðkomandi,  fyrr enn tað verður staðfest, at brot er framt á hesa Dopingreglugerð.  Hvørt nýtsla av ella royndin at nýta forboðið evni ella forbodnan hátt  eydnaðist ella ikki, hevur ongan týdning. Tá talan er um brot á  Dopingreglugerðina, er nóg mikið, at viðkomandi hevur nýtt ella roynt at  nýtt forboðið evni ella forbodnan hátt.

Stk. 3. Forboðið er at hava og selja og keypa forboðin evni ella  forbodnar hættir. At selja og keypa fevnir eisini um at bjóða út, selja,  geva, fyriskipa, flyta, senda, flýggja íðkara forboðið evni ella  forbodnan hátt, um enn hetta fer fram beinleiðis ella um ein ella fleiri  triðju partar. Forboðið fevnir ikki um at persónur selur forboðið evni  ella forbodnan hátt, tá ið talan er um lógliga læknafakliga viðgerð.

Stk. 4. At nokta ella uttan áneyðir sleppa sær undan at verða við at  taka dopingroynd, eftir at verða innkallaður sambært galdandi mannagongd  hjá ADD, ella á annan hátt at sleppa sær undan at taka dopingroynd, er  forboðið.

Stk. 5. At svika ella royna at svika í onkrum parti av einum  dopingeftirliti, er forboðið. Svik merkir atferð, sum undirgrevur  mannagongdina í dopingeftirlitinum, men sum ikki á annan hátt kemur  undir allýsingina av forbodnum hættum sambært World Anti Doping Code.  Svik fevnir eisini um tilætlaða uppílegging ella roynd at leggja seg upp  í arbeiðið hjá dopingeftirlitsfólkinum, geva Antidopingnevndini,  Dopingnevndini, Ítróttadómstólinum ella ADD rangar upplýsingar. At hótta  ella royna at hótta eitt møguligt vitni er eisini svik.

Stk. 6. Tað er forboðið íðkara, venjara ella leiðara at hava ella  hava uppi á sær forboðin evni ella forbodnar hættir undir kapping.  Eisini er forboðið uttan fyri kapping at hava ella hava uppi á sær  forboðin evni ella forbodnar hættir, sum eru forboðin uttan fyri  kapping. Forboðið er ikki galdandi, um viðkomandi kann prógva at  hann/hon av heilsuligum ávum ella aðrari grund, ið kann verða góðtikin,  má gera hetta.

Stk. 7. Ólógliga at selja ella royna at selja íðkara, at umsita ella  royna at umsita fyri íðkara forboðið evni ella forbodnan hátt undir  kapping er forboðið. At lata íðkara uttan fyri kapping ella royna at  lata honum forboðin evni ella forbodnar hættir, sum eru forboðin uttan  fyri kapping, er forboðið.

Stk. 8. At eggja til, stuðla, hjálpa, at fjala útyvir ella á annan hátt at viðvirka til brot á hesa reglugerð er forboðið.

§4. Dopingeftirlitið

Einans ADD kann gera dopingeftirlit sambært hesari reglugerð.  Dopingeftirlitið verður gjørt í samstarvi við Antidopingnevndina.  Antidopingnevndin ásetur í samstarvi við ADD, nær og hvar  dopingeftirlitið fer fram.

Stk. 2. Dopingeftirlit kann verða framt uttan ávaring, hvar sum helst og nær sum helst undir kapping ella uttan fyri kapping.

Stk. 3. Dopingeftirlitið fer fram sambært mannagongd hjá ADD.

§5. At greina dopingroyndirnar

Eitt greiningarúrslit er positivt, tá positiv A-roynd frá einari av  WADA-góðkendari starvstovu ella aðrari starvstovu, sum ADD hevur valt,  er staðfest.

Stk. 2. Íðkari ella annar persónur kann tó fyri egna rokning krevja,  at B-royndin verður greinað. Er greiningarúrslitið av B-royndini  negativt, verður dopingsakin niðurløgd. Krevur íðkarin ella annar  persónur ikki at B-royndin verður greinað, verður hetta tulkað, sum at  viðkomandi sigur frá sær greiningina av B-royndini. Íðkarin ella annar  persónur ella umboð fyri hann hevur rætt fyri egna rokning at vera til  staðar, tá ið B-royndin verður latin upp og greinað, og hevur rætt at  fáa avrit av greiningarúrslitinum á A-royndini og møguligari B-roynd.

§6. Prógv fyri doping og øðrum brotum

Antidopingnevndin hevur ábyrgdina at prógva, at brot á  Dopingreglugerðina er framt. Sannroyndir um brot á Dopingreglugerðina  kunnu verða fingnar til vega á allan álítandi hátt, eisini sum ájáttan. Í  øllum málum, ið koma fyri Dopingnevndina og Ítróttadómstólin, skal  próvkravið vera hægri enn rímilig sannlíkindi, kortini er kravið ikki,  at ein og hvør ivi er burtur.

Stk. 2. Har Dopingreglugerðin leggur próvbyrðuna fyri at mótprógva  ein grunsul ella prógva serstakar sannroyndir ella umstøður á íðkaran  ella annan persón, sum er kærdur fyri at hava brotið eina  antidopingreglu, er próvkravið rímilig sannlíkindi.

Stk. 3. Vísir greiningarúrslitið, at funnin er nøgd av evnum , sum  natúrliga verða framleidd í kroppinum, sum er oman fyri markið, har  skylda er at melda, liggur tað á íðkaranum ella øðrum persóni at prógva,  at hetta er íkomið av fysiologiskum ella patologiskum grundum.

Stk. 4. Tann hugsan er galdandi, at starvsstovur, ið eru  WADA-viðurkendar og aðrar starvsstovur, sum ADD hevur tilnevnt, greina  royndir og fylgja mannagongdum fyri, hvussu slíkar royndir verða  goymdar, sambært altjóða standardi fyri starvsstovugreiningar. Kann  íðkari ella annar persónur kortini prógva, at frávik frá altjóða  standardinum er gjørt, sum við líkindi kann hava ført til positiva  greiningarúrslitið, skal Antidopingnevndin prógva, at frávikið ikki  hevur ført til positiva greiningarðúrslitið.

Stk. 5. Kann íðkarin ella annar persónur vísa á, at feilur er í  mannagongd ella frávik frá øðrum altjóða standardum ella aðrari  antidopingarreglu- ella –politikki, sum við líkindi kann hava ført til  positivt greingingarúrslit ella annað brot á Dopingreglugerðina, liggur  tað á Antidopingnevndini at prógva, at slíkt frávik ikki hevði við sær  positiva greiningarúrslitið ella er ítøkiliga orsøkin til brot á  Dopingreglugerðina.

Stk. 6. Veruligar umstøður, sum eru staðfestar við ein dómstól ella í  einari líknandi aganevnd, kunnu galda sum prógv í málum undir hesari  reglugerð.

§7. Undantaksloyvi í sambandi við viðgerð (TUE), heilivágur og læknaligar royndir

Nýtir íðkari ella annar persónur forboðið evni ella roynir at nýta  tað, eigur hann tað, umsitur ella roynir at umsita forboðið evni ella  forbodnan hátt, er hetta ikki at meta sum brot á Dopingreglugerðina,  verður hetta gjørt sambært undantaksloyvi í sambandi við læknaliga  viðgerð (TUE).

Stk. 2. Ein og hvør íðkari í Føroyum, sum hevur fyri neyðini at nýta  eitt forboðið evni ella ein forbodnan hátt, tí hann er í viðgerð, skal  søkja ÍSF um undantaksloyvi, so skjótt tørvurin vísir seg og í øllum  førum (tó undantikið í neyðstøðu ella undir serligum umstøðum) minst 30  dagar undan næstu kapping. ÍSF tilnevnir eina nevnd, sum skal viðgera  umsóknir og geva undantaksloyvi í sambandi við læknaliga viðgerð  TUE-nevndin. Avgerðir hjá TUE-nevndini skulu fráboðast sersambandinum  hjá viðkomandi íðkara, sambært altjóða standardum hjá WADA viðvíkjandi  undantaksloyvum í sambandi við læknaliga viðgerð.

Stk.3. Hjá øðrum íðkarum enn teimum í stk. 2. nevndu er galdandi, at  teir, tí at teir eru í viðgerð, kunnu vera noyddir at taka heilivág, ið  er á listanum yvir forboðin evni. Hetta er ikki brot á  Dopingreglugerðina. Hesir íðkarar skulu tó, tá dopingeftirlit er,  upplýsa, at teir taka heilivágin. Hevur lækni fyriskipað heilivágin,  skal hann seinnameiri, verður heitt á hann, skjalprógva hetta. Er roynd  positiv, verður ikki reist ákæra um brot á Dopingreglugerðina, um so er  at Antidopingnevndin heldur, at tað er skjalprógvað, at grundin til at  royndin er positiv, er treytað av læknaligari viðgerð. Læknalig  fyriskipan er at rokna sum nøktandi skjalprógv.

Stk. 4. Íðkarar, sum ganga undir hesa Dopingreglugerð, kunnu, um teir  frammanundan hava fingið skrivligt loyvi frá ÍSF, vera við í læknaligum  royndum, sum hava við sær, at teir nýta evni, ið eru á listanum yvir  forboðin evni. Tað er brot á Dopingreglugerðina, um so er at íðkarin  brýtur fylgistreytirnar við einum slíkum loyvi.

Stk. 5. Avgerð hjá TUE-nevndini kann av íðkarinum kærast til Dopingnevndina innan 4 vikur eftir móttøku av avgerðini.

§8. Málsviðgerðin hjá Antidopingnevndini, og hvussu verða mál løgd fyri

Antidopingnevndin kannar og greiðir øll mál um brot á hesa reglugerð.

Skt. 2. Sambært §24 stk. 4 í Evstulóg ÍSF verður Antiopingnevndin  mannað við 3 limum. 1 umboð frá umsitingini hjá ÍSF, sum er formaður og 2  eksternir fakpersónar.

Stk. 3. Antidopingnevndin hevur skyldu at viðgera mál so skjótt sum  gjørligt og tekur avgerð um fyribils útihýsing, og um mál skulu leggjast  fyri Dopingnevndina.

§9. Vitnis- og sannleikaskylda og vitnisvernd

Persónar, sum Antidopingnevndin, Dopingnevndin ella  Ítróttadómstólurin kalla inn til samtalu um møguligt brot á  Dopingreglugerðina, hava skyldu at møta ásettu tíð og skulu í øllum  lutum siga satt. Brot á hetta kann verða revsað eftir §13.

Stk 2. Er átrokandi at taka atlit til navnloynd, kann  Antidopingnevndin gera av, at ákærdi ikki fær at vita samleikan hjá  dopingeftirlitfólki og vitnum dopingmálum. Í slíkum førum kann  Antidopingnevndin gera av, at frágreiðingar frá viðkomandi kunnu verða  givnar, uttan at ákærdi er hjástaddur. Ákærdi skal fáa at vita hesar  frágreiðingar, uttan at vita, hvørjir persónarnir eru.

Stk. 3. Ákærdi kann leggja avgerðina hjá Antidopingnevndin eftir  stk.2. fyri Dopingnevndina innan 7 dagar eftir at hann hevur fingið  avgerðina. At leggja avgerðina fyri Dopingnevndina hevur ikki steðgandi  virknað. Avgerðin hjá Dopingnevndini skal vera til taks í seinasta lagi 1  mánað, eftir at málið er lagt fyri og kann ikki verða kærd.

§10. Fyribils útihýsan

Vísir greiningarúrslitið av A-royndini, at dopingevni eru í, ella  Antidopingnevndin kemur fram á onnur brot á Dopingreglugerðina, kann  Antidopingnevndin uttan partsyvirhoyring fyribils útihýsa viðkomandi frá  øllum venjingum og kappingum. Hann missir eisini fyribils øll størv,  lønt ella ólønt í feløgum og sjálvsognarstovnum undir ÍSF.

Stk. 2 Fyribils útihýsan verður at rokna frá teirri løtu, viðkomandi  fær boðini um hetta. Boðini skal hann hava í innskrivaðum brævi ella við  boðberaposti, eins og hann skal hava tey í vanligum brævi ella  telduposti. Felagið hjá viðkomandi og sersambandið/sersambondini skulu  hava boðini í vanligum posti ella telduposti.

Stk. 3 Viðkomandi, sum er fyribils úthýstur, kann leggja avgerðina  hja Antidopingnevndin fyri Dopingnevndina innan 7 dagar, eftir at hann  hevur móttikið boðini um hetta. Tað, at málið er lagt fyri  Dopingnevndina, hevur ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá  Dopingnevndini skal vera til skjals í seinasta lagi ein mánað, eftir at  Dopingnevndin hevur fingið málið, og avgerðin kann ikki verða kærd.

§11. Dopingnevndin

Dopingnevndin tekur avgerðir í málum um brot á Dopingreglugerðina og um revsing í sambandi við hetta.

Stk. 2. Sambært §21 í Evstulóg ÍSF er Dopingnevndin mannað við  formanni og tveimum nevndarlimum og einum varalimi. Formaðurin og ein av  nevndarlimunum skulu hava lógkøna ella tilsvarandi útbúgving. Hin  nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.

Aðafundurin velur nevndarlimir og varalim, tá ið skeiðið hjá sitandi  limum er útri, eftir somu mannagongd sum starvsnevmdarmir verða valdir.

Stk. 3. Dopingnevndin velur sjálvt formann. Formaðurin skal hava lokið løgfrøðiligt embætisprógv.

Stk. 4. Málsviðgerðin fer fram skrivliga, uttan so at ákærdi hevur  ynskt munnliga viðgerð, ella um Dopingnevndin tekur avgerð um hetta.  Formaðurin kann tó gera av, at spurningar um fyribils útihýsan og  formleikaspurningar verða viðgjørdir skrivliga. Munnliga viðgerðin av  einum máli er almenn. Meðan umrøðan fer fram, er hvørki loyvt at taka  myndir, taka film ella taka upp ljóð. Tá ið serligar umstøður tala fyri  tí, undir hesum eisini atlitið til at upplýsa málið, ella til at ein av  pørtunum verður fyri óneyðugari illkennan, kann umrøðan fara fram fyri  afturlatnum hurðum.

Stk 5. Undir málviðgerðini kann ákærdi hava hjásitara við, sum hann  sjálvur hevur valt. Dopingnevndin kann eftir áheitan frá ákærda tilnevna  ein verja. Nevndin ásetur samsýningina.

Stk 6. Við í málsviðgerðini eru minst tveir og í mesta lagi tríggir  limir Dopingnevndini, har minst ein skal hava lokið løgfrøðiligt  embætirprógv. Um so er, at formaðurin ikki tekur lut í málviðgerðini,  tilnevnir Dopingnevndin ein virkandi formann. Hesin skal hava lokið  løgfrøðiligt embætisprógv. Stendur á jøvnumí atkvøðugreiðsluni, hevur  formaðurin avgerandi atkvøðuna.

Stk. 7. Avgerðin hjá Dopingnevndini skal, uttan so at heilt serligar  umstøður tala fyri tí, vera til skjals í seinasta lagi 4 mánaðir, eftir  at málið er lagt fyri Dopingnevndina.

Stk. 8. Dopingnevndin kann gera av kostnaðin fyri málsviðgerðina, sum  kann fevna um rímiligar útreiðslur í sambandi við at upplýsa málið.

Stk. 9. ÍSF skrásetir allar avgerðir hjá Dopingnevndini og kunnar um hesar sambært §21.

Stk. 10. Dopingnevndin ger annars sína starvsskipan.

§12. Ítróttadómstólurin

Ákærdi, Antidopingnevndin, avvarðandi sersamband og altjóða  sersamband kunnu kæra avgerðir hjá Dopingnevndini til Ítróttadómstólin.

Stk. 2 Kæran skal vera skrivlig við grundaðum kæruskrivi og skal vera  Ítróttadómstólinum í hendi í seinasta lagi 4 vikur, eftir at ákærdi  hevur mótikið avgerðina. Kæran hevur ikki steðgandi virknað, uttan so at  Ítróttadómstólurin tekur avgerð um hetta.

Stk. 3 Sambært Evstulóg ÍSF §19 velur Aðalfundurin 5 limir og 3  varalimir í Ítróttadómstólin. Minst 3 ítróttadómarar og 2 varadómarar  skulu vera lógkønir. Ítróttadómarar og varadómarar verða valdir, tá  skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt 2-ára skeið, soleiðis at  tveir ítróttadómarar og tveir varadómarar verða valdir annaðhvørt ár og  tríggir dómarar og ein varadómari annaðhvørt ár. At fáa skeiðið at  passa, kann ítróttadómari ella varadómari verða valdur fyri styttri  skeið. Formenn og starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í  ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum, kunnu  ikki vera limir í Ítróttadómstólinum. Um ein limur í Ítróttadómstólinum  gerst formaður ella starvsnevndarlimur í einum sersambandi ella formaður  í einum ítróttarfelagi, má hann siga sessin frá sær.

Ítróttadómari ella varalimur kann ikki samstundis vera limur í nøkrum  meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya.  Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum  næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

Aðalfundurin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Stk. 4. Ítróttadómstólurin ásetur karmar fyri, hvussu málið verður fyrireikað og ger av, nær fyrireikingin er liðug

Stk. 5. Málsviðgerðin er skrivlig, uttan so at ákærdi hevur ynskt  munnliga viðgerð, ella um Ítróttadómstólurin tekur avgerð um hetta.  Formaðurin kann tó gera av, at formleikaspurningar verða viðgjørdir  skrivliga. Munnliga viðgerðin av einum máli er almenn. Meðan umrøðan fer  fram, er hvørki loyvt at taka myndir, taka film ella taka upp ljóð. Tá  ið serligar umstøður tala fyri tí, undir hesum eisini atlitið til at  upplýsa málið, ella til at ein av pørtunum verður fyri óneyðugari  illkennan, kann umrøðan fara fram fyri afturlatnum hurðum.

Stk. 6. Ítróttadómstólurin kann eftir áheitan frá ákærda tilnevna ein verja. Nevndin ásetur samsýningina.

Stk. 7. Ítróttadómstólurin kann gera av kostnaðin fyri  málsviðgerðina, sum kann fevna um rímiligar útreiðslur í sambandi við at  upplýsa málið.

Stk. 8. Avgerðir hjá Ítróttadómstólinum verða skrásettar sambært §21.

Stk. 9. Annars ger Ítróttadómstólurin sína starvsskipan.

Stk. 10. Avgerðir hjá Ítróttadómstólinum kunnu ikki kærast til annan stovn undir ÍSF.

§13. Revsing

Útihýsingartíðarskeiðið í sambandi við at íðkari ella annar persónur  hevur, nýtir ella roynir at nýta ella ogna sær forboðið evni ella  forbodnan hátt skal vera fýra ár. Tó er møguleiki at stytta um ella  heilt strika tíðarskeiðið sambært stk. 6 – 9 ella § 14 ella § 15, har  brot á Dopingregleugerðina ikki fevnir um eitt specificerað evni, uttan  so at viðkomandi kann staðfesta, at brotið á ikki var tilætlað, ella at  brotið á Dopingreglugerðina fevnir um specificeret evni, og  Antidopingnevndin kann prógva, at brotið á antidopingregluna var  tilætlað. Er hetta ikki galdandi, er útihýsingartíðarskeiðið tvey ár.

Stk. 2. Hugtakið “tilætlað”verður í §13 brúkt fyri at gera av,  hvørjir íðkarara svika. Orðingin sigur tá, at viðkomandi var fløktur upp  í atferð, sum hann ella hon visti var brot á Dopingreglugerðina, ella  visti, at stórur vandi var fyri, at henda atferð kundi vera ella gerast  brot á Dopingreglugerðina og opin lætst ikki at síggja vandan. Brot á  Dopingreglugerðina, sum er staðfest, tá ið greiningarúrslitið vísir, at  eitt evni, sum bert er forboðið í kappingum, skal kunna verða mótprógvað  at vera ikki-“tilætlað”, um so er, at hetta er eitt specificerað evni,  og íðkarin kann staðfesta, at forbodna evnið varð nýtt uttan fyri  kapping í einum samanhangi, sum ikki hevði nakað samband við eitt  ítróttaavrik.

Stk. 3. Fyri brot á § 3, stk. 4 (at sleppa sær undan at lata land-  ella blóðroynd) ella stk. 5 (svik) skal útihýsingarskeiðið vera fýra ár.  Tó kann útihýsingarskeiðið vera tvey ár, um so er, at íðkarin kann  staðfesta, at hann ella hon ikki tilætlað hevur sloppið sær undan at  lata roynd (sum lýst er í stk 2.).

Stk. 4. Útihýsingarskeiðið fyri brot á § 3 stk 7 (ólógligur handil  við ella umsiting av dopingevnum ella háttum) skal vera í minsta lagi  fýra ár treytað av, hvussu álvarsamt brotið er. Brot á § 3, stk. 7, har  ein ómyndingi er uppi í, er at meta sum sera álvarsligt brot. Hevur ein  stuðulspersónur framt brotið, og eru onnur enn specificeraðu evnini uppi  í, verður stuðulspersónurin útihýstur í alla tíð. Álvarslig brot á § 3,  stk. 7, sum eisini kunnu vera brot, sum ikki eru knýtt at ítróttaligum  lógum og viðtøkum, skulu eisini verða fráboðað gegnigum  fyrisitingarligum, fakligum ella løgfrøðiligum myndugleikum.

Stk. 5. Útihýsingarskeiðið fyri tilætlaða medvirkan til brot á  Dopingreglugerðina skal vera í minsta lagi tvey ár og upp í fýra ár  treytað av, hvussu álvarsamt brotið er.

St. 6. Kann viðkomandi prógva, at hann ella hon er uttan skuld ella  ikki hevur verið óskettin í sambandi við brotið, fellur útihýsingin  burtur. Um so er, hevur brotið ikki endurtøkuvirknað.

Stk. 7. Har brotið á Dopingreglugerðina snýr seg um eitt specificerað  evni, og at viðkomandi kann staðfesta, at hann ella hon ikki er sekur  ella óskettin, skal útihýsingartíðarskeiðið í minsta lagi vera ein  ábreiðsla og ikki útihýsing og í mesta lagi tvey ára útihýsing treytað  av, í hvønn mun hann er sekur.

Stk. 8. Í førum, har viðkomandi kann staðfesta, at hann ikki er sekur  ella óskettin, og at avdúkaða forbodna evnið stavar frá einum dálkaðum  úrdrátti, skal útihýsingartíðarskeiðið í minsta lagi vera ein ábreiðsla  og ikki útihýsing og í mesta lagi tvey ára útihýsing treytað av, í hvønn  mun hann er sekur.

Stk. 9. Um so er, at íðkari ella annar persónur staðfestir í einum  einstaklingsmáli, har stk. 7 og 8 ikki kunnu verða brúkt, at hann ikki  er munandi sekur ella óskettin, verður tað annars galdandi  útihýsingar-tíðarskeiðið stytt, grundað á, í hvønn mun viðkomandi er  sekur. Møguleiki er at tíðarskeiðið verður enn stytri ella heilt fellur  burtur sum tilskilað í §14 ella §15, men styttað tíðarskeiðið skal vera í  minsta lagi helvtin av útihýsingartíðaskeiðnum, sum annars er galdandi.  Er galdandi útihýsingartíðarskeiðið lívstíð, so skal styttað  útihýsingartíðarskeiðið eftir stk. 9 í minsta lagi vera átta ár.

Stk. 10. Íðkari, sum við dopingroynd verður funnin sekur í einstakari  kapping, verður burturvístur frá kappingini, uttan mun til eitt  fylgjandi dopingmál. Var viðkomandi kapping partur av einari størri  stevnu, kann Dopingnevndin gera av, at burturvísingin fevnir um allar  kappingarnar á hesari stevnu. Í liðkappingarítróttagreinum eru reglur  hjá avvarðandi sersambandi um burturvísing (diskvalifikation) galdandi.

§14. Víðfevnd hjálp at avdúka brot á Dopingreglugerðina

Dopingnevndin kann í sambandi við avgerð í einum máli, ella áðrenn  endaligt kærumál er avgjørt eftir § 12 ella áðrenn kærufreistin er úti  sambært § 12, stk. 2, strika ein part av útihýsingartíðarskeiðnum, sum  ásett er í málinum, tá íðkarin ella annar persónur hevur veitt ADD, ÍSF,  løgregluni ella fakligari aganevnd víðfevnda hjálp, sum hevur við sær,  at løgregla ella aganevnd varnast ella staðfesta, at annar persónur  fremur lógarbrot ella brýtur fakligar reglur. Annaðhvørt galdandi  útihýsingarskeiðið skal fella burtur, veldst um, hvussu álvarsamt brotið  á Dopingreglugerðina, sum íðkarin ella annar persón hevur framt, er,  eins og týdningurin av teirri víðfevndu hjálp, sum viðkomandi hevur  veitt fyri at royna at fáa doping burtur úr ítróttini.

Stk. 2. Í mesta lagi tríggir fjórðingar av annars galdandi  útiihýsingarskeiðnum kann fella burtur. Er annars galdandi  útihýsingarskeiðið lívlangt, kann styttað tíðarskeiðið sambært § 14 ikki  vera minni enn átta ár.

Stk. 3. Um so er, at Dopingnevndin seinni tekur upp aftur partar av  útihýsingini, tí viðkomandi hevur sloppið sær undan at veita ta  víðfevndu hjálp, ið væntað varð, kann viðkomandi kæra nevndu  uppafturtøku sambært § 12.

Stk. 4. Um so er, at Dopingnevndin fyribils strikar ein part av  annars galdandi revsingini, tí viðfevnd hjálp er veitt, skal hetta við  grundgeving verða fráboðað pørtunum, sum hava rætt at kæra sambært grein  12, stk. 1.

§15. Játtan uttan onnur prógv

Játtar ein íðkari ellar annar persónur sjálvboðin at hava framt brot á  Dopingreglugerðina, áðrenn viðkomandi hevur fingið boð at møta til  dopingroynd, sum møguliga kann hava við sær, at brot er framt á  Dopingreglugerðina ella, um annað brot er framt á Dopingreglugerðina,  ella um so er, at annað brot er framt á Dopingreglugerðina, áðrenn  viðkomandi hevur fingið boð um framda brotið, og henda játtan er einasta  álítandi prógv um brotið, tá játtanin varð givin, kann  útihýsingartíðarskeiðið styttast, tó ikki meira enn niður í helvt av tí  tíðarskeiði, sum annars er galdandi.

Stk. 2. Ein íðkari ella annar persónur, sum møguliga stendur fyri at  fáa eina revsing upp í fýra ár eftir § 13, stk. 1, kann, um hann  beinanvegin játtar, tá ið ÍSF hevur gjørt hann varugan við brot á  Dopingreglugerðina, fáa útihýsingartíðina styttað niður í minst tvey ár  treytað av, hvussu álvarsamt brotið er, og í hvønn mun hann er sekur.

§16. Fleiri grundir at stytta um revsing

Tá íðkari ella annar persónur prógvar, at hann hevur rætt at fáa  stytt revsingina sambært fleiri enn einari áseting í §13, stk. 6 – 9,  ella §14 ella §15, skal annars galdandi útihýsingarskeið verða ásett  sambært §13, stk. 6 – 9, áðrenn avgerð um at stytta revsingina sambært §  14 ella § 15 verður brúkt. Kann viðkomandi prógva, at hann hevur rætt  at fáa revsingina linkaða, ella at útihýsingarskeiðið verður strikað  sambært § 14 ella § 15, kann útihýsingarskeiðið veða stytt, men ikki  meira enn til ein fjórðing av annars galdandi útihýsingarskeiði.

Stk. 2. Dopingnevndin ásetur hóskandi revsing í fýra stigum. Í fyrsta  lagi ger Dopingnevndin av, hvør av teimum grundleggjandi revsingunum (§  13, stk. 6 – 9) er galdandi fyri brotið, sum framt er. Í øðrum lagi  kann Dopingnevndin, um so er at grundleggjandi revsingin kann býtast upp  í interval, gera av, at revsingin verður ásett til tað interval, sum  samsvarar við, í hvønn mun viðkomandi er sekur. Í triðja lagi ger  Dopingnevndin av, um grundarlag er fyri at linka revsingina (§ 14 og §  15). Í fjórða lagi ger Dopingnevndin av, nær útihýsingartíðarskeiðið  skal byrja sambært § 18.

§17. Afturvendandi brot á Dopingreglugerðina

Brýtur ein íðkari ella annar persónur Dopingreglugerðina aðru ferð,  sama um ÍSF ella annar antidopingstovnur hevur viðgjørt fyrra brot, skal  útihýsingarskeiðið vera tað longsta av: seks mánaðum; helvtin av  útihýsingartíðarskeiðnum áløgd fyri fyrra brotið á Dopingreglugerðina,  uttan at taka við nakra linking eftir § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella §  15; ella dupult so langt sum galdandi útihýsingartíðarskeiðið er fyri  annað brotið, viðgjørt sum var tað fyrsta brot, uttan at taka við nakra  linking eftir § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella § 15.

Stk. 2. Útihýsingartíðarskeiðið ásett sum framman fyri nevnt kann  verða stytt enn meira við at brúka § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella §  15.

Stk. 3. Triðja brot á Dopingreglugerðina hevur altíð við sær  útihýsing fyri lívið (fyri alla tíð), tó undantikið um so er, at brotið  kemur undir treytirnar fyri afturtøku ella stytting av  útihýsingarskeiðinum sambært § 13, stk. 6 – 9, ella tað er brot á  reglurnar um whereabouts í øðrum antidopingfelagsskapi. Í hesum serstaka  føri er útihýsingartíðarskeiðið frá átta ár til lívstíð.

Stk. 4. Brot á Dopingreglugerðina, har viðkomandi hevur prógvað, at  hann er ósekur ella óskettin, er ikki at meta sum brot, sum hevur verið  sambært hesari grein.

Stk. 5. Einstaka brotið á Dopingreglugerðina er at meta sum brot  framt aftur og aftur, um so er, at hetta er framt innan fyri eitt  tíðarskeið upp á tíggju ár.

§18. Nær byrjar útihýsingin

Útihýsingartíðarskeiðið bryjar tann dagin, tá ið Dopingnevndin dømir.  Ein fyribils útihýsing telur tó við í øllum útihýsingartíðarskeiðinum.

§19. Støðan í útihýsingarskeiðinum

Útihýsing eftir hesari Dopingreglugerð fevnir um allar venjingar og  kappingar undir ÍSF, eins og øll lønt ella ólønt størv í feløgum og  sjálvsognarstovnum undir ÍSF. Íðkari ella annar persónur, ið er  útihýstur, kann sostatt ikki í útihýsingartíðarskeiðnum taka lut í  kappingum ella virksemi, so sum venjingarlegum, framsýningum ella  venjingum, sum ÍSF ella sersamband ella felag undir ÍSF skipar fyri ella  hevur góðkent, ella í kappingum, sum yrkisfelagsskapur hevur góðkent,  ið skipar fyri altjóða- og landskappingum.

Stk. 2. Úrslitini hjá viðkomandi íðkara, sum brýtur  Dopingreglugerðina sambært stk. 1, verða ógyldað, og uppruna  útihýsingarskeiðið byrjar um aftur frá tí degi, brotið er framt. Hetta  útihýsingarskeiðið kann verða stytt eftir teimum reglum, sum eru  galdandi fyri hetta, um so er, at viðkomandi kann prógva, at hann er  ósekur ella óskettin ella at hann ikki er munandi sekur ella óskettin.

Stk. 3. Íðkari ella annar persónur, sum er útihýstur, hevur skyldu at lata seg dopingtesta í útihýsingarskeiðinum.

Stk. 4. Dopingnevndin tekur avgerð í málum um brot á § 17. Avgerðirnar kunnu verða kærdar sambært reglunum í § 11 og § 12.

§20. Fyrning

Brot á hesa reglugerð verða ikki revsað, um talan er um fyrning.  Fyrningarfrestin er tíggju ár at rokna frá tí degi, tá brotið endaði.  Fyrningarslit er, tá ið viðkomandi fær at vita frá ÍSF, at mál er reist  ímóti viðkomandi.

§21. Kunning og skráseting

Boð um dopingeftirlit og um dopingmál skulu latast WADA og altjóða  sersambandi, um so er at persónur er undir hesari reglugerð ella er  undir altjóða sersambandi. Dopingroyndir og dopingmál hjá øðrum  persónum, sum eru undir hesari reglugerð, verða skrásett sambært  ásetingum hjá ÍSF.

§22. Sínámillum viðurkenning

ÍSF viðurkennir og setur í verk avgerðir um revsing, undantøk og  dopingtestir, ið annar antidopingstovnur hevur gjørt sambært World Anti  Doping Code.

§23. Broytingar í reglunum

ÍSF kann broyta hesa reglugerð, um so er, at broytingin er innan fyri karmarnar hjá World Anti Doping Code.

§24. Gildiskoma

Henda reglugerð kom í gildi 1. januar 2016.

Møguligar smáar tillagingar kunna blíva framdar.