Endamál felagsins er at menna styrkiítróttina í Føroyum, við serføroyskum bráð, og samstundis at vera í tráð við altjóða ítróttarmeginreglur, sum heild.

Vektlyfting (Weightlifting) og Styrkilyfting (Powerlifting) verður fremsta fokus, men ætlanin er eisini at hýsa øðrum viðkomandi kraftítróttargreinum.

Felagið skal skipa fyri førleikamenning og skeiðum, ið hava til endamáls at útbúgva fólk, venjarar, dómarar og íðkarar, so betri umstøður verða at skipa fyri føroyskum kappingum á altjóða støði í viðkomandi ítróttargreinum.

Felagið skal skipa fyri kappingum – almennum FM kappingum og øðrum kappingum, viðlíkahalda almennar metlistar v.m

Felagið skal virka fyri at góðir venjingar- og kappingarkarmar vera.

Felagið skal virka fyri einum væl grundfestum hugburði, um sunnan venijngarsið og um rættar ítróttarligar kappingarmeginreglur.