Fyrsta kappingin í Olympiskari Vektlyfting er nú av - og ongantíð fyrr eru so nógv met sett á einum degi.

Kappast varð í Sinclair, meðan metini vóru sett í vektklassunum, sum lyftararnir stillaðu upp í. Harumframt vóru bæði ungdóms- og masterlyftarar, ið eisini settu met í hesum aldursbólkum.

Yvirlit yvir settu met, verða at síggja á heimasíðuni hjá Styrkifelag Føroya seinni.

Úrslitini frá fyrstu kappingini kunnu síggjast her:

Grønt = góðkent lyft. Reytt = ikki góðkent lyft

Luttakaramynd:

Frá vinstru: Páll Ólavsson, Janus Marnerson, Rói M. Hjaltalin, Mortan á Bøgarði, Niels Áki Mørk, Heini Hátún, Niels Juel Arge, Frank Petersen, Rudi Persson, Jenny Persson, Maibritt Reynheim Petersen og Marius Thomassen

Felagsmynd av lyftarunum, ið vunnu heiðursmerkið:

Frá vinstru: Niels Áki Mørk (nr. 3), Heini Hátún (nr. 2), Rudi Persson (nr.1), Jenny Persson (nr. 1) og Maibritt Reynheim Petersen (nr. 2) 

Styrkifelag Føroya vil takka øllum, ið hava luttikið, hjálpt til ella á annan hátt stuðla undir ítróttinum, ið stendur í vøkstri. Vit gleða okkum til næstu kapping.