Styrkifelag Føroya - Olympisk Vektlyfting og Tvørmegi bjóða hervið til fyrsta FM í vektlyfting leygardagin tann 22. februar 2020

Kappingarstaðið er í nýggju hølunum hjá Tvørmegi í Magnus Heinasonar Gøta 28, Tórshavn

Innvigingin verður millum kl. 11.00-12.00 og sjálv kappingin byrjar kl. 13.00

Fyri at kunna luttaka í kappingini, er tað eitt krav at tú ert limir í felagnum ella einum øðrum ítróttarfelagi undir ÍSF.

Limagjaldið fyri SFF er 250 kr. árliga.

Luttakaragjaldið er 200 kr.

Tilmeldingarfreistin er 20. januar 2020

Eykagjald á 100 kr. verður løgd á tilmeldingum aftaná omanfyri nevndu freist.

Tað verður kappast eftir IWF sinclair 1-2-3 Menn/Kvinnur

Tað verður møguligt at seta met í aktuellum vektklassum. Tað ber til at lesa meira um vektklassarnar her.

Áhugaði verða biðin um at melda til á sff@sff.fo

Tit verða biðin um at upplýsa fulla navn, tlf.nr, føðingardag, vektklassa og evt. um tú ert limir í einum øðrum felagið undir ÍSF og hvørjum.

Spurningar og onnur ivamál kunnu vendast til nevndina á omanfyri nevndu teldupostadressu ella til Jenny Persson á tlf. 230 312, sum stendur fyri kappingini.

Tú kann lesa meira um Olympiska Vektlyfting her