Føroyskir vektlyftarar kappast um DM-heiðursmerkir komandi vikuskiftið

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka leygar- og sunnudagin í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn. Byrjan báðar dagar kl 10 (fo) og 11 (dk).

Føroysk olympisk vektlyfting er í stórari menning, og tað kann væl enda við, at føroyingar vinna sær heiðursmerkir við DM, sum verður í Idrætshuset á Østerbro, Gunnar Nu Hansen Plads. 7.

Stroymingslóðir og vegleiðandi byrjunartíðir hjá føroysku luttakarunum fer at verða at síggja á facebook hjá Føroya Styrkisambandi ella www.styrkisamband.fo kappingardagin.

Føroysku luttakararnir eru Maibrit Reynheim Petersen, Anna Kristina Niclasen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði og Sofus Bech.

Danin Frank Petersen er venjari hjá føroyskum lyftarunum: “Niels Áki, Pól Hendrikur, Maibrit og Anna Kristina meti eg øll hava góðar møguleikar at kappast um heiðursmerkir”, sigur hann.

Niels Áki Mørk er fluttur úr 61 kg upp í 67 kg flokkin. Í venjingini fram til DM hevur Niels Áki, sum við sínum 19 árum er yngsti føroyski lyftarin, økt heilt fitt um sínar lyftivektir.

26 ára gamli Pól Hendrikur Andreasen, sum lyftir í 73 kilo flokkinum, verður mettur at vera heilt frammi í oddinum, tá um lyftiteknikk umræður, og vónirnar eru góðar.

Maibrit Reynheim Petersen og Anna Kristina Niclasen umboða føroysku kvinnurnar í kappingini. Mett verður, at báðar fara at lyfta um heiðursmerkir.

25 ára gamla Maibrit lyftir í 64 kg flokkinum, og lyfti hon seg í fjør til eitt fimta pláss. Síðani tá hevur hon havt stóra framgongd, men hon fer at fáa kapping frá hinum 14 lyftarunum í flokkinum.

Anna Kristina Niclasen stoytti sum fyrsti føroyskari kvinnuligi vektlyftari 100 kilo upp um høvd. Hon hevur drigist við smáskaðar, men er kortini væl fyri. Hon lyftir antin í 64 ella 71 kg flokkinum.

Í miðaltungu vektflokkunum eru tað Leif á Bøgarði í 81 kilo flokkinum og Sofus Bech í 96 kilo flokkinum, ið fara at royna síni kynstur.

Frank Petersen metir, at hesir báðir eisini eru rættiliga væl við. Leif, sum eisini er kendur frá crossfit, er sera sterkur, og við at menna lyftiteknikkin enn meira fer tað at økja munandi um hansara lyft.

Sofus er tann tyngsti vektlyftarin av hesum seks. Hann er er fyrrverandi svimjari og fæst eisini við rógving. Sofus er nýliga ryktur upp í hendan vektflokkin og er uttan iva ein framtíðar vektlyftari.

Frank Petersen, sum eisini er venjari hjá danska kvinnulandsliðnum metir, at orkan og hugurin til venjingarnar fram til DM tekna gott fyri føroyska olympiska vektlyfting.