Kettlebell er styrkivenjing, har ein stoypt jarn kúla við hondtaki verður nýtt. Hendan kúlan er eitt amboð, sum kann brúkast at venja við og eisini eru altjóða kappingar.

Til kappingar verða hesar rørslur framdar: Snatch, Long cycle og Jerk. Í Snatch verður kúlan sveiggjað millum beinini uppum høvd í einari rørslu. í Long Cycle verða tvær kúlur sveiggjaðar millum beinini uppá bringuna og síðan sendar uppum høvd. í Jerk verða tvær kúlur sendar frá bringuni uppum høvd í einari rørslu. Hesar greinar er tær mest vanligu: Biathlon, ið er long cycle fyrst og seinni snatch, har samlaðu endurtøkur eru endaliga úrslitið. Tað er eisini vanligt at kappast í einstøkum rørslum: Snatch, Long Cycle og Jerk. Tann mest vanliga tíðarfreistin at lyfta í er 10 minuttir, har serstakir reglar eru galdani, m.a. at kúlan ongantíð hetta tíðarskeiðið má røra gólvið. Tað snýr seg um at fremja flest endurtøkur. Aðari hættir at skipa kappingar eru eisini, so sum Marathon og hálv Marathon, har kappast verður í ein ella hálvan tíma. Tá verður bert ein kettlebell kúla nýtt.

Meir kann lesast um kettlebell her: https://www.iklf.org/