Tann 14 desember verður Kettlebell kapping í Fullpower Føroyar, ið heldur til á Stangaskáka 1 í Klaksvík.

Møguleiki verður at kappast í Biathlon, Long Cycle, Jerk og Snatch. Flight tíðin verður 10 minuttir.

Eisini fer ein sprint kapping fram. Talan er um eina Triatlon, ið er: Jerk (3 minuttir), Long Cycle (3 minttir) og Snatch (4 minuttir). Rørslurnar verða framdar eftir hesi raðfylgju og kappast verður út í eitt, til tíðin er farin.

Kúluvektir

Kvinnur kappast við: 8, 12, 16, 20 ella 24 kg

Menn kappast við: 16, 20, 24, 28 ella 32 kg

Vektklassar

Kvinnur: -52, -58, -65, -75 og 75+ kg

Menn: -62, -68, -74, -80, -87, -95 og 95+ kg

FO met verða skrásett eftir hesum vektklassum men vinnarin til kappingina verður funnin sum víst niðanfyri.

Nummar 1-2-3 verða funnin við at rokna kropsvektina móti samlaða úrslitinum (endurtøkur*KB Kg).

Tilmelding

fyri at melda til skal teldupostur sendast til Sonna Eliassen á: sonni@jt.fo Upplýs fulla navnið, Aldur, kropsvekt, kappingargrein og kettlebell vekt.  

Um spurningar eru, ber til skriva á teldupostin omanfyri ella til Sonna á messenger.

Til ber at lesa meira um Kettlebell ítrótt her á okkara heimasíðu: https://sff.fo/kettlebell/