Kúlulyfting: Unnur, Barbara og Sonni vinnarar

Í dag varð kappast í kúlulyfting, eisini nevnt kettlebell, á Føroyaleikunum í Perluni í Havn.

Níggju luttakarar, seks kvinnur og tríggir menn, kýttu seg í teimum báðum greinunum long cycle (clean and jerk) og snatch.

Mong munnu kenna hesi heitini aftur frá vektlyfting – og jú, rørslurnar likjast og tískil somu heitir. Í snatch brúkar íðkarin eina kúlu og í long cycle tvær kúlur. Kúlurnar kunnu viga ymiskt, men tá ið gerast skal upp, verður talið av lyftum (reps/repetitions) í 10 minuttir út í eitt faldað við kúluvektini og síðani býtt við kropsvektini.

Í snatch kappaðust tvær kvinnur, og vinnari gjørdist Barbara Sjúrðardóttir Norðbúð við stigunum 33,9. Hon lyfti 213 ferðir við eini kúlu á 12 kg.
Í long cycle vann Unnur Sjúrðardóttir Fonn við stigunum 43,2. Hon lyfti 72 ferðir, og kúlurnar vigaðu 16 kg hvør.
Hjá monnunum vann Sonni Eliassen long cycle við 52,1 stigum. Lyftini vóru 63, og kúlurnar vigaðu 28 kg hvør. Sonni hevur seinastu árini sera góð úrslit at vísa á altjóða, og hevur bæði verið heims- og evropameistari.

Kúlulyfting gongur sum ítróttargrein fleiri hundrað aftur í tíðina. Í nýggjari tíð verður hon serliga sett í samband við Russland, men síðani áleið miðskeiðis í farnu øll hevur hon vunnið seg heilt nógv fram vestanfyri.

Sí myndir á https://sff.fo/myndasavn-foroyaleikir-2021-kululyfting/