Málið er NM í 2024

Longu tvey ár eftir, at olympisk vektlyfting varð endurstovnað í Føroyum, hava føroyskir lyftarar vunnið fleiri heiðursmerkir í kappingini um danska meistaraheitið

Styrkiítrótt her á landi hevur av álvara fingið eina endurreisn, eftir at ítróttin mest sum hevur ligið í dvala í nøkur áratíggju.

Vit hava í dag fleiri lyftarar í ymsum vektbólkum, og seks av hesum íðkarum tóku um vikuskiftið lut í kappingini um danska meistaraheitið. Tvær kvinnur og fýra menn.

Og illa ber til at siga annað, enn at úrslitini vóru framúr. Allir luttakarar lyftu upp ímóti sínum persónliga besta, og í trimum førum rakk hetta til heiðursmerki – enntá gull í tí eina førinum.

Kann verða taktiskt

Tá kappast verður í olympiskari vektlyfting, er talan um tvær kappingargreinar: Trekk, har vektin skal syftast upp upp um høvd í einum lyfti, og Vend & Stoyt, har stongin fyrst verður tikin upp til akslarnar, áðrenn hon verður trýst seinasta pettið upp um høvd. Hartil verður eisini kappast í samlaðu støðuni – altso har lyftini í báðum kappingargreinum verða løgd saman.

Lyftararnir hava trý lyft í hvørjari kappingargrein, og tað er skipað soleiðis, at vektir ongan tíð verða tiknar av stongini. Tí kann eitt sindur av taktikki koma í, tí íðkararnir hava hug at bíða eftir, hvat kappingarneytarnir lyfta. Hinvegin loysir tað seg ikki at bíða ov leingi, tí tá kann støðan gerast tann, at vektin verður ov tung, so lyftarin ikki fær nakað góðkent lyft.

Hetta kom til sjóndar í kappingini hjá kvinnum undir 64 kilo. Anna Kristina Norðberg Niclasen gjørdist nummar fýra í kappingini í trekk, men hon hevur sína sterkur síðu í vend & stoyt. Skuldi hon hava bronsu í samlaðu støðuni, mátti hon vinna fýra kilo inn á lyftaran, sum var framman fyri hana í fyrru kappingini, og hetta eydnaðist eisini. Tá kappingarneytin hevði lyft 95 kilo í sínari triðju roynd, koyrdi Anna Kristina vektina upp á 99 kilo. Áður hevur hon lyft 100 kilo upp um høvd, men tey 99 vóru nóg mikið, soleiðis at hon fekk bronsu í vend & stoyt og í samlaðu kappingini.

Gull til Pól Hendrik

Pól Hendrikur Andreasen hevur verið partur av føroyska oddinum, síðani vektlyfting kom á skránna aftur hjá okkum.

Pól Hendrikur hevur eisini lyft undir lestrartíðini uttanlands, og hetta sæst aftur í framúr góða lyftiteknikkinum, sum hann hevur.

Og tað var eisini sjón fyri søgn, at teknikkurin stendur mát við onnur enn tey í Føroyum. Í 73 kg bólkinum fyri menn var Pól Hendrikur besti lyftarin í báðum kappingargreinum, og soleiðis kundi hann errin taka ímóti trimum gullmerkjum, tá kappingin var av.

Í bólkinum fyri menn upp til 67 kilo eydnaðist Niels Áka Mørk at vinna trý silvurmerki. Við sínum 19 árum var Niels Áki yngsti føroyski luttakarin, og hann hevur eisini aldur til at taka lut, tá DM fyri juniorar verður hildið í oktober mánaði.

Hartil tóku Leif á Bøgarði, Maibrith Reynheim og Sofus Bech eisini lut í kappingini. Tey rukku ikki metalli hesaferð, men felags fyri øll var, at tey stóðu seg sera væl, og tey amast væl og virðiliga upp ímóti danska oddinum.

Sera stór framstig

Vektlyfting er ikki ein av teimum heilt stóru ítróttagreinunum í Danmark, og tí er eisini ymiskt, hvussu bestu lyftararnir standa seg í ymsu vektbólkunum.

Taka vit kappingina um vikuskiftið, so var sjónligt, at tað í einstøkum vektflokkum var hampuliga stórur munur frá nummar eitt til tvey, og at donsku úrmælingarnir í dag eru á einum hægri støði enn teir føroysku. Tá er talan tó um úrmælingar, sum langt ífrá eru at síggja í hvørjum bólki.

Venjarin hjá føroysku lyftarum er Frank Petersen, sum eisini er danskur landsliðsvenjari, og sum eisini er knýttur at lyftifelagnum, Atlas, sum føroyingarnir umboða, tá tey taka lut í DM-kappingum. Og Frank var sera væl nøgdur við tað, sum hann sá um vikuskiftið.

– Eg eri bæði errin og fegin vegna styrkisítróttina í Føroyum, har lyftararnir hava víst eina fantastiska orku og menning, sigur Frank Petersen.

– DM í veklyfting hetta vikuskiftið prógvaði, at vit væl kunnu vera við, hóast ítróttin er sera ung í Føroyum. At vit so fáa tríggjar gull, tríggjar silvur og tvær bronsur – tað er veruliga stórt. Hartil skalt tú eisini hugsa um, at fleiri nýggj føroysk og persónlig met vórðu sett undir kappingini, og so kann eg bara vera nøgdur.

– Hugsa vit eitt sindur longur fram, so er málið, at Føroyar skulu vera vertur fyri NM-kapping í 2024, og menningin hesa fyrstu tíðina sigur mær somikið, at tað heilt víst eisini vera føroyingar ímillum teirra, sum tá stríðast um heiðursmerki, sigur Frank Petersen.