Olympisk Vektlyfting (OL lyft) – eksplosivar kompleksar samskipaðar heildarrørslur

Olympisk vektlyfting, snýr seg um at lyfta eina vektstong upp av gólvinum uppum høvd. Talan er um tvey lyft, har tað fyrra eitur ”Snatch” (trekk) og seinni lyftið eitur ”Clean and Jerk” (vend og stoyt). Í ”Snatch” verður stongin lyft av gólvinum uppum høvd í einari skjótari rørslu. Í “Clean and Jerk” verður stongin fyrst lyft av gólvinum upp á akslarnar (Clean), og síðan verður stongin lyft uppum høvd (Jerk). Kappast verður í hesum einstøku lyftum og í samlaða úrsliti av báðum lyftunum, t.e. samlaða vektin, sum er lyft í ”Snatch” og ”Clean and Jerk”. Í bæði ”Snatch” og í “Clean and Jerk” hevur lyftarin tríggjar royndir, har besta úrslitið av teimum trimum royndunum gevur stig.

Sum í øllum skipaðum ítrótti eru lógir og reglar fyri hvussu farast skal  fram. Tað ber til at lesa meir um hesar á fylgjandi leinkju:  https://www.iwf.net/doc/Technical&CompRules2009-2012.pdf

OL lyft eru ”funktionellar” rørslur, har fleiri kropslutir og liðir arbeiða sum ein heild í tí at fremja eina samlaða rørslu. At skjóta ein fótbólt, at kasta, at leypa, at rógva o.s.fr eru funktionellar rørslur. OL lyft er ein sera góð grundvenjing í mun til alskyns ítróttargreinar, har styrki, fimi og kropssamskipan hevur týdning fyri ítróttarliga avrikið.