Styrkilyfting

Styrkilyfting (Powerlifting) umfatar 3 mátar at lyfta eina vektstong. Tey trý lyftini eru í hesari raðfylgju: ”Squat” (knæbend), ”Benchpress” (bonkpress) og ”Deadlift” (rættstøðulyft). Í ”Squat” stendur íðkarin uppi við stongini á herðunum og skal við henni bukka knø og mjadnar inntil mjødnin er niðanfyri knøðini. Síðani skal íðkarin reisa seg uppaftur. Í bonkpress liggur íðkarin á einum, til endamáli gjørdum bonki, og hevur stongina í hondunum. Stongin er tá omanfyri íðkaran. Stongin skal førast niður á bringuna og uppaftur. Í ”Deadlift” skal stongin lyftast uppav gólvinum og førast upp inntil íðkarin stendur við stongini við strektum ørmum, rættari bringu og herðabløðum í rættstøðu og við strektum hoftum. Í øllum lyftum, squat, bonkpress og deadlift, hevur íðkarin trý lyft, har tað besta úrslitið telur.

Meiri nágreiniligar reglur um Styrkilyfting kunnu lesast á hesari leinkjuni: https://www.powerlifting.sport/

Styrkilyft er góð grundvenjing/stuðulsvenjing til funktionell styrkiavrik og aðra ítrótt har styrki tænir avrikinum og kann vera skaðafyribyrgjandi.