Powerlyfting er styrkivenjing, ið umfatar tríggjar rørslur, har vektstong verður nýtt. Tey trý lyftini eru í nevndari raðfylgju: Back Squat, Bench Press og Deadlift. Ein Back Squat rørsla er tá íðkarin stendur við stongini á bakinum og fer heilt niður at húka, til lør fara niður um vannrætt og reisur seg síðan uppa aftur til allir limir eru strektir. Bonkpress er tá íðkarin liggur á einum bonki og frá strektum armum lorar stongina niður at nema bringuna. Harfrá verður stongin trýst uppaftur til armar aftur eru stektir. Deadlift er rørlan, har íðkarin oftast megnar at lyfta mest. Tá skal íðkarin lyfta stongina av gólvinum upp til mjarnar og allir limir eru strektir.

Til kappingar verða hesar tríggjar rørslur framdar. Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjar rørslu, har fyrsta rørsla er Back Squat, síðan verður kappast í Bench Press og til síðst Deadlift. Í hvørjari rørslu hevur lyftarin tríggjar royndir at fremja besta lyftið til hvørja rørslu. úrslitið er samlaða stigatalið fyri tey trý lyftini.

Meiri nágreiniligar reglar um powerlifting kunnu lesast á hesari leinkjuni: https://www.powerlifting.sport/