Kapping í vekltlyfting var hildin í Tvørmegi í Magnus Heinasonargøtu. Hetta var fyrsta almenna kappingin av sínum slag. Styrkifelag Føroya skipaði fyri kappingini.

Vinnarnir skuldu finnast við Sinclair skalanum. Ein kundi tó seta met í tí vektklassa og aldursbólki, ein hevði melda seg til. Tað vóru 11 luttakarar sum høvdu meldað seg til kappingina og møttu allir luttakararnir til innviging. Tað vóru 2 kvinnur og 9 menn. Vegna talið av luttakarum, lyftu øll í sama bólki. Tann lyftarin, ið hevði uppgivið lægstu byrjunarvekt, byrjaði, og síðani varð vektin økt leypandi.  

Hetta var ein stórur dagur fyri ítróttin og lyftarar. Almenn met eru ikki áður sett og tískil vóru nógv nýggj met at síggja, heili 24 í tali.  

Hesi føroysku metini vóru sett hjá kvinnunum:  

Í 64 kg klassanum fekk Maibrit Reynheim Petersen, SFF, 53 kg í trekk, 73 kg í stoyt og 126 kg í tveykampi (samanlagt).

Í 71 kg. klassanum fekk Jenny Persson, SFF, 58 kg í trekk, 78 kg í stoyt og 136 kg í tveykampi (samanlagt).  

Hjá kvinnunum var tað Jenny Persson sum vann gullið og Maibrit Reynheim Petersen fekk eitt flott silvurheiðursmerki. Báðar megnaðu at fáa øll 6 lyftini góðkend.  

Hesi føroysku metini vóru sett hjá monnunum:  

Í 67 kg. klassanum fekk Niels Áki Mørk, SFF, 60 kg í trekk, 90 kg í stoyt og 150 kg. í tveykampi (samanlagt) Hetta er samstundis eisini bæði ungdóms- og juniormet, tá ið hesin lyftarin er 17 ára gamal.  

Í 73 kg. klassanum fekk Marius Thomassen, SFF, 68 kg í trekk, 90 kg í stoyt og 158 kg í tveykampi (samanlagt).  

í 81 kg. klassanum fekk Janus Marnerson, Vágs Róðrarfelag, 57 kg í trekk, 65 kg í stoyt og 122 kg. í tveykampi (samanlagt). Hetta er samstundis eisini bæði ungdóms- og juniormet, tá ið hesin lyftarin eisini er 17 ára gamal.  

Í 89 kg. klassanum fekk Rudi Persson, SFF, 93 kg í trekk, 113 kg í stoyt og 206 kg í tveykampi (samanlagt).

Í 109 kg. klassanum fekk Heini Hátún, SFF, 85 kg. í trekk, 120 kg í stoyt og 205 kg Í tveykampi (samanlagt). Hetta er samstundis eisini met í aldursbólkinum master 45-49 ár, tá hann er 49 ára gamal.

Í +109 kg. klassanum fekk Niels Juel Arge, Havnar Svimjifelag, 80 kg í trekk, 105 kg í stoyt og 185 kg í tveykampi (samanlagt). Hetta er samstundis eisini met í aldursbólkinum master 50-54 ár, tá hann var 53 ára gamal til kappingina.

Hjá monnunum var tað Rudi Persson ið vann gullið, Heini Hátún vann silvurið og ungi Niels Áki Mørk vann bronsu.  

Kappingin var umboðað av bæði ungdóms, junior, senior og masterlyftarum og er hetta sera jaligt at síggja hjá Styrkifelag Føroya. Vit gleðast um at ítrótturin er breitt umfevnandi og fer Styrkifelag Føroya, beint til verka at fyrireika næstu kapping.

Styrkifelag Føroya  

Nevndin