Strongman snýr seg um at finna tann sterkasta íðkarin í kappingini. Vektstong kann vera brúkt til deadlift, squat ella pressa uppum høvd, men ofta eru aðrar greinar við øðrvísi útgerð við. Hetta kunnu vera dynamiskar greinar so sum at lyfta steinar, hála akfør og syfta lutir uppum eina ávísa hædd ella statiskar greinar so sum at halda einum luti útfrá kroppinum við strektum ørmum uppá tíð.

Meira kann lesast um hetta her: http://www.strongmansport.org/