Strongman

Strongman snýr seg um at finna tann sterkasta íðkaran í kappingini. Alskyns avbjóðingar eru, og tí er ikki lætt at standarisera, men nakrar grundrørslur ganga aftur. Vektstong kann vera brúkt til deadlift, squat ella pressa uppum høvd, men ofta eru aðrar greinar við øðrvísi útgerð við. Hetta kunnu vera dynamiskar greinar so sum at lyfta steinar, hála akfør og syfta lutir uppum eina ávísa hædd ella statiskar greinar so sum at halda einum luti útfrá kroppinum við strektum ørmum uppá tíð.

Meira kann lesast um hetta her: http://www.strongmansport.org/

Strongman er funktionell venjing, við stórari variatión og har konditión eisini kann hava týdning fyri ítróttaravrikið.