Vektlyfting

Vektlyfting snýr seg um at lyfta eina vektstong upp av gólvinum og uppum høvd. Talan er um tvey lyft. Fyrra lyfti eitur ”Snatch” (trekk) og seinni lyfti eitur ”Clean and Jerk” (vend og stoyt). Í ”Snatch” verður stongin lyft av gólvinum og uppum høvd í einari rørslu. Í “Clean and Jerk” verður stongin lyft fyrst av gólvinum upp á akslar (Clean). Harfrá verður stongin lyft uppum høvd (Jerk). Kappast verður bæði í hesum einstøku lyftum og í samlaða úrsliti av báðum lyftum, t.e. samlaða vektin, sum er lyft í  ”Snatch” og ”Clean and Jerk”. Í bæði ”Snatch” og í “Clean and Jerk” hevur lyftarin tríggjar royndir, har besta úrsliti av teimum trimum royndunum telur.

Sum í øllum skipaðum ítrótti eru lógir og reglar fyri hvussu farast skal fram. Tað ber til at lesa meir um hesar á fylgjandi leinkju: https://www.iwf.net/doc/Technical&CompRules2009-2012.pdf

Vektlyfting lyftini ”funktionellar” rørslur, har fleiri kropslutir og liðir arbeiða sum ein heild í tí at fremja eina samlaða rørslu. At skjóta ein fótbólt, at kasta, at leypa, at rógva osv er eru funktionellar rørslur. Vektlyfting er sera góð grundvenjing í mun til alskyns ítróttargreinar, har, har styrki, fimi og kropssamskipan hevur týdning fyri ítróttarliga avrikið.